Deyðilig sjúka ikki staðfest í Føroyum - enn

Deyðilig sjúka ikki staðfest í Føroyum - enn
Hundar í Føroyum kunnu fáa eina deyðiliga sjúku, ið hevur rakt hundar í Danmark. Vandin er tó ikki stórur, um fólk ikki smugla hundar til Føroya
Hundurin á myndini kann fyribils anda lættan. Eitt deyðiligt virus, sum er staðfest í Danmark, er ikki staðfest í Føroyum enn
 
30.11.2016 - 17:24

Djórlæknar í Danmark ávara nú hundaeigarar um deyðiliga parvovirusið. Smittan er staðfest á Fyn, og hundar, sum ikki eru vaksineraðir, eiga at fara til djóralækna beinanvegin.

Ímeðan hundaeigarar í Danmark hava grund til at óttast deyðiliga virusið, er ikki neyðugt hjá hundaeigarum í Føroyum at stúra. Í øllum førum ikki fyribils.

- Tað er ikki uttan so at tað koma óvaksineraðir hundar til Føroya. Um fólk ikki smugla hundar, er møguleikin ikki stórur, sigur Lars Mohr Nielsen, djóralækni.

Koppsetingar alt at siga

Hundaeigarar í Føroyum eiga heldur ikki at óttast, at deyðiliga virusið kemur higar við hundum, sum hava verið í Danmark og ferðast við eigarunum.

- Hundarnir eru jú vaksineraðir tá teir fara niður. Kjansurin fyri, at teir verða smittaðir, er ikki serliga stórur, sigur Lars Mohr Nielsen, djóralækni, við útvarpið.

Hann heitir á fólk um at tryggja sær, at allar koppsetingar eru í lagi. Smittukeldan í Danmark er ein kviðin tík, ið er innflutt til Danmark úr Eysturevropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887