Tingmaður talar at: Viðurskiftini ikki nøktandi

Tingmaður talar at: Viðurskiftini ikki nøktandi
Kommunulæknasamstarvið á Skálafjørðinum, ið skuldi savnast í Heilsumiðstøðini, hevur ikki bøtt um nakað sum helst, heldur tingmaður
Skilið er ikki gott í nýggju heilsumiðstøðini í Runavík. Tað sigur Bárður Kass Nielsen, tingmaður
 
01.12.2016 - 11:58

Skilið er ikki gott í nýggju heilsumiðstøðini í Runavík. Tað sigur Bárður Kass Nielsen, tingmaður, nú læknaviðtaluhølið á Skála í síðsta mánað bleiv flutt í heilsumiðstøðina í Runavík.

Endamálið við flytingini er at bøta um møguleikarnar at nøkta læknatørvin við Skálafjørðin við læknum í føstum starvi, umframt at aðrar heilsutænastur eisini skulu vera á heilsudeplinum í Runavík.

SÍ EISINI Runavíkar kommuna ger íløgur í eldraøkið

Bárður Kass Nielsen úr Nýggjum Sjálvstýri segði í Løgtinginum mikudagin, at hesi tiltøk ikki havt bøtt um nakað, heldur tvørturímóti.

Bárður Kass Nielsen fíltist á, at eingin verulig samskipan og stýring er í nýggju skipanini, og at teir ymisku myndugleikarnir, sum vara av, bara skylda hvør upp á annan, heldur enn at loysa trupulleikarnar, sum eru

Landsstýriskvinnan lovar bót og bata

Tí vildi Bárður Kass Nielsen hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvør persónur hevur høvuðábyrgdina av at fáa viðurskiftini uppá pláss, og hvussu landsstýriskvinnan kann tryggja, at viðurskiftini koma uppá pláss sum skjótast.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, svaraði, at hon fyri kortum hevði fund við allar borgarstjórarnar í samstarvinum, tí hon hevði fingið at vita, at alt ikki riggaði sum tað eigur í samstarvinum um heilsumiðstøðina í Runavík. 

Heilsutrygd, sum varar av kommunulæknaskipanini, var eisini umboðað, svaraði Sirið Stenberg, sum hevði hug at brúka heitið "byrjanartrupulleikar," men lovaði bót og bata.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819