Norska stjórnin hórar undan

Norska stjórnin hórar undan
Stjórnarflokkarnir hava gjørt semju við stuðulsflokkarnar um fíggjarlógina næsta ár
Erna Solberg er forsætisráðharri í Noregi
 
04.12.2016 - 10:42

Noreg sleppur undan stjórnarkreppu.

Í gjárkvøldið eydnaðist tað stjórnarflokkunum, Høgra og Framburðsflokkinum, at semjast við báðar stuðulsflokkarnar, Vinstra og Kristiliga fólkaflokkin, um fíggjarlógina næsta ár.

Stuðulflokkarnir vildu í fyrstu atløgu ikki góðtaka uppskotið hjá stjórnini, tí ov fá umhvørvisátøk vóru í fíggjarlógini.

Sambært semjuni, sum nú er gjørd, hækkar avgjaldið á bensini 15 oyru og á dieselolju 35 oyru, og almenna ferðslan fær eisini størri játtan.

Ætlanin er, at Stórtingið skal avgreiða fíggjarlógina í morgin.

Fekst eingin semja um fíggjarlógina, hevði stjórnin hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, helst verið noydd at lagt frá sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887