Sára Nysted sett nýtt føroyskt juniormet

Sára Nysted sett nýtt føroyskt juniormet
Sára Nysted hevur sett nýtt føroyskt juniormet í HM á stuttgeil í Kanada
 
08.12.2016 - 09:33

Sára R. Nysted úr Suðuroyar svimjifelagi hevur sett nýtt føroyskt juniormet í 100 metrar frí.

Hon kom á mál við tíðini 57,43 sekund. Gamla juniormetið frá 2013 á 57,62 sekund átti Guðrun Mortensen. 

Føroyska metið í 100 m. frí er 57,41 sekund. Tað setti Elspa Mørkøre í 2007.

Óli Mortensen persónligt met

Óli Mortensen setti nýtt persónligt met í 200 metrar frí, tá hann svam í innleiðandi riðlunum.

Tíðin hjá Óla var 1.51.12. Undan hesari kappingini var besta tíðin hjá honum 1.51.19

Tíðin hevði við sær, at Óli Mortensen bleiv nummar 64 av 106 í 200 metrar frí kappingini.

Pál Joensen hitar upp longri teinar

Pál Joensen bleiv nummar 62 av 106 svimjarum í 200 metrar frí kappingini. Tíðin var 1.50.69.

Pál eigur sjálvur føroyska metið, ið er væl skjótari. Metið á 1.46.61 varð sett í Kroatia í 2008.

Svimjing.com skrivar, at Pál mest av øllum brúkti hesa kappingina til at fyrireika seg til longri teinarnar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819