EBS samstarvið klandrast um stjórastarv

EBS samstarvið klandrast um stjórastarv
EFTA londini, Ísland, Noreg og Lichtenstein, sum eru við í EBS-samstarvinum við ES, eru farin at klandrast um eitt leiðslustarv í samveldinum
EBS samstarvið klandrast um stjórastarv
Mynd: savnsmynd  
 
10.12.2016 - 16:18

Talan er um stovnin sum umsitur 3,6 milliardir norskar krónur, sum Noreg letur ES um árið. Pengarnir verða lætnir teimum fátækastu limalondunum í ES. Ein stovnur í ES umsitur pengarnar og býtir teir út. 

Stovnurin skuldi hava nýggjan stjóra í vár, men stjórin er enn ikki settur. Orsøkin er, at bæði Noreg og Ísland vilja hava stjóran. Tað sum nú hendir er ikki nakað eindømi, tí øll londini í EBS-samstarvinum, Noreg, Ísland og Lichtenstein eru eisini ósamd á fleiri øðrum økjum, tá talan er um leiðandi størv í ES. Starvið sum stjóri í stovninum sum umsitur pengarnar frá EBS-londunum er áramálssett. Tá freistin at søkja starvið var úti 3. mars í ár, vóru 15 umsóknir umrøddar, tvær úr Íslandi og 13 úr Noreg. Ein av umsøkjarunum var innstillaður til starvið, sum londini í felag skulu seta í starv. Men enn er einki hent, tí serliga Ísland og Noreg gera krav uppá starvið.

Serligi stovnurin í ES fyri fátæku londini, skal býta út 25 milliardir krónur til verkætlanir í teimum fátækastu ES-londunum frá 2014 til 2021. Umframt stjóran, starvast um 70 fólk á stovninum. Ísland og Lichtenstein hava fleiri ferðir ført fram, at Noreg hevur alt ov stórt vald á stovninum. Noreg heldur einki løgið vera í tí, tí landið letur nógv størsta partin av gjaldinum til ES. Noreg rindar 96 prosent av gjaldinum og Ísland og Lichtenstein hini fýra prosentini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584