Asylsøkjari í Íslandi doyði av løstum

Asylsøkjari í Íslandi doyði av løstum
Maðurin, sum fyri viku oysti petroleum á seg og síðani setti eld á seg, er nú deyður av løstunum, skrivar visir.is
Mynd: mbl.is  
 
15.12.2016 - 08:40

Maðurin, sum var ættaður úr Makedonia, søkti um friðskjól í Íslandi, men hevði fingið noktandi svar, og hevði síðani sent avgerðina til íslendsku kærunevndina, og haðani bíðaði hann eftir svari.

26 ára gamli maðurin setti eld á seg á Víðines-miðstøðini nærindis býarpartinum Mosfellbær í Reykjavík. Miðstøðin er til fólk, sum søkja um friðskjól. 

Maður hevur, sum skilst, liðið av tunglyndi í eina tíð. Sama dag, sum hann setti eld á seg, hótti ein annar asyl-søkjari við at gera skaða á seg sjálvan. 

Vánaligar umstøður

Umboð fyri ReyðaKross í Íslandi siga, at umstøðurnar á miðstøðini eru út av lagi vánaligar. Fólkini eru avbyrgd, hava einki at takast við og mangla sálarligan stuðul.

Íslendska útlendingarstovan tók Víðines-bygningin í nýtslu fyri stuttum, fyri at bøta um higartil størstu tilgongdina av asylsøkjarum nakrantíð. 

Vánaligar umstøður

Alti Vidar Tórsteinsson, verkætlanarleiðari í ReyðaKrossi í Íslandi, sigur, at tey fleiri ferð hava biðið um betri viðurskifti. Ábøturnar hava verið seinar á veg. Vit kunnu siga, at umstøðurnar á Viðinesi eru ikki nøktandi. Fólk eru ónøgd við at tey eru so avbyrgd, buss-sambandið er vánaligt, internet-sambandið er vánaligt og tey hava einki at gera. 

- Tað, sum hendi í farnu viku staðfestir tørvin á sálarligari hjálp til asylsøkjarar. Hjálpin, sum tey fáa nú, er ikki so skjót og góð, sum vit høvdu ynskt, sigur Atli Vidar Torsteinsson, verkætlanarleiðarin hjá Reyðakrossi.

Met í umsóknum

Seinstu mánaðirnar er talið av umsóknum um friðskjól í Íslandi vaksið munandi - serliga frá umsøkjarum úr Makedónia.  

Ísland fekk í oktobermánaði 200 umsóknir um friðskjól, og helvtin av teimum eru frá makedónarum. 

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár, hevur Ísland fingið 85 umsóknir frá makedónarum, sum siga seg verða í lívsvanda av politiskum ávum, um tey fara heimaaftur. Men tey hava eisini fingið noktandi svar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819