Áki Egilsnes aftur til VÍF

19.12.2016 - 16:40
ÍtrótturHondbóltur
Áki Egilsnes aftur til VÍF
VÍF hevur fingið kærkomnan styrk. Landsliðsspælarin, Áki Egilsnes, kemur heim aftur til barndómsfelagið í Vestmanna
Mynd: © jn.fo  
 
 

VÍF telist í løtuni millum FM-kandidatarnar, og nú fáa teir styrk til tað sum eftir er av kappingarárinum.

Áki Egilsnes sigur við Kringvarpið, at hann kemur heim aftur at spæla við vestmenningum.

- Av ti at eg havi verið so skaddur i fótinum, blivu eg og venjararnir hjá TMS Ringsted samdir um, at eg spæli við VÍF restina av kappingarárinum.

- Eg havi framvegis samband við TMS Ringsted. Eg fari, um alt gongur eftir ætlan, nidur aftur at spæla næsta kappingarár.

Áki Egilsnes skrivaði í juli mánaði undir tvey ára sáttmála við danska felagið. 

 

Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. apríl
Tær sjey plágurnar
Mikudag 26. apríl
25 minuttir: Bogi Hansen
Mánadag 24. apríl
3-2
Mánadag 24. apríl
Andaktin
Sunnudag 23. apríl
Møti úr Lívdini í Hoyvík