Útflutningurin umleið eina milliard meira í ár

Útflutningurin umleið eina milliard meira í ár
Føroyski útflutningurin í ár er nógv størri enn innflutningurin, upplýsir Hagstovan.
Føroyski útflutningurin nógv vaksin í ár
Mynd: 24.FO Tíðindaportalur  
 
19.12.2016 - 09:13

Til 1.november útfluttu Føroyar fyri 6,5 mia, kr., sum eru næstan ein milliard meira enn í fjør.

Aldur laksur er útfluttur fyri næstan tríggjar milliardir krónur til 1.november. Uppsjóvarfiskur er útfluttur fyri eina milliard og 364 milliónir krónur, tað er 11 prosent meira enn í fjør. Samstundis er innflutt fyri fimm milliardir og 276 milliónir krónur, sum eru 413 milliónir meira enn í fjør. Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er vaksin 22 prosent. Men bíliga oljan ger, at innflutningurin av brennievni er 173 milliónir krónir minni í ár, tað svarar til 24 prosent.

Les eisini: Innflutingurin vaksin

Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er sjey prosent størri enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887