Nýskipanin órógvar samráðingar

bannari
Nýskipanin órógvar samráðingar
Fiskivinnunýskipanin fer at broyta grundarlagið undir verandi sáttmálum fullkomiliga, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum
Ætlaða fiskivinnunýskipanin hjá landsstýrinum fer at órógva samráðingarnar millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið í vár
 
30.12.2016 - 09:52

Ætlaða fiskivinnunýskipanin hjá landsstýrinum fer at órógva samráðingarnar millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið í vár.

Sáttmálarnir, sum vórðu gjørdir í fjør, fara úr gildi 1. apríl næsta ár. Talan verður neyvan um tvey ára sáttmála næstu ferð, tí 1. januar 2018 skal fiskivinnunýskipanin koma í gildi.

Tað verður neyvan greitt, tá manningarfeløgini og Reiðarafelagið fara at samráðast eftir nýggjár, hvør støðan hjá fiskivinnuni verður um eitt ár. 

Sáttmálabygnaðurin endurskoðast

Í ársfrágreiðingini hjá Fiskimannafelagnum sigur formaður felagsins, Jan Højgaard, at fiskivinnunýskipanin fer at broyta grundarlagið undir verandi sáttmálum fullkomiliga.   

Tað fer allarhelst at hava við sær, sigur Jan Højgaard, at bæði manningarfeløg og reiðarar vera í sínum góða rætti at siga sáttmálarnar upp 1. januar 2018.

Tí er ógvuliga umráðandi, at sáttmálabygnaðurin verður endurskoðaður og dagførdur, so partarnir eru til reiðar til eina slíka støðu.

Tað var eisini ein partur av seinastu sáttmálasemju, at partarnir alt fyri eitt skuldu fara undir hetta dagføringararbeiði, men tað er tíverri ikki hent, stendur í ársfrágreiðingini hjá Fiskimannafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652