Trygt og friðarligt inn í nýggja árið

Trygt og friðarligt inn í nýggja árið
Tað hevur verið serstakliga friðarligt í nátt, siga støðirnar kring landið
Á Landssjúkrahúsinum var bert ein fýrverksskaði skrásettur í nátt. Mynd: nsff.no
 
01.01.2017 - 16:50

Eingin stórvegis skaði er hendur í nátt, tað siga løgreglustøðin, sløkkiliðstøðirnar og sjúkrahúsini, sum Kringvarpið hevur tosað við í dag. Eina ferð í nátt vóru boð send eftir eini tyrlu hjá politiinum, fortelur John Kruse, vakthavandi á løgreglustøðini. Tað var tá ein maður í Fugloynni fekk skaða í hendurnar av fýrverki. Men annars hevur tað verið serstakliga friðarligt hjá politinum kring landið. 

Og eisini í suðuroynni hevur tað gingið stilt fyri seg. Sløkkiliðsfólkini á Tvøroyri vórðu ikki boðsend eina ferð. Á sjúkrahúsinum í Suðuroynni hava tey havt fimm gestir. Ein hevði fingið skaða í eyguni, men ikki varandi mein. 

Bæði á sjúkrahúsinum í Klakvsík og í Havn hevur verið lítið og einki at gjørt. Og sløkkiliðið bæði støðini fingu frið. Bert ein lítil eldskaði stóð burturúr fýrverkinum í Havn í nátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010