Virðislønarhandan útsett

Virðislønarhandan útsett
Listavirðisløn Nólsoyar Pálls varð ikki latin nýggjársaftan sum vant. Hon er flutt til februar
Listavirðislønin, sum hevur verið latin á nýggjárinum, er í ár útsett til februar. Virðislønina, sum hevur verið latin síðani 2013, fekk Hanus G. Johansen fyrstu ferð
 
02.01.2017 - 14:58

Ætlanin er at skipa fyri einum mentanartiltaki í februar, har sum virðislønin verður handað, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

Nýggjársaftan varð ikki hildin vera besti dagurin til slíka handan, tí tá hendir so nógv annað.

Listavirðisløn Nólsoyar Pálls, sum býráðið og vinnan í Klaksvík lata eina ferð um árið, varð stovnað í 2013.

Fjórðu ferð virðisløn skal latast

Í 2013 fekk Hanus G. Johansen, vísusangari, virðislønina, í 2014 Edward Fuglø, myndlistamaður, og nýggjársaftan í 2015 fekk Eyð Matras, leiklistakvinna, virðislønina.

Listavirðisløn Nólsoyar Pálls er 75.000 krónur. Virðislønin fyri 2016 verður latin í februar í ár.

Í staðin fyri virðislønarhandan nýggjársaftan, ætlar býráðíð í Klaksvík at skipa fyri onkrum øðrum tiltaki nýggjársaftan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887