NCC fyrireikar seg

NCC fyrireikar seg
Byggifelagið, NCC, ið skal gera teir báðar undirsjóvartunlarnar, søkir nú eftir fólki í Føroyum
Byggifelagið NCC, sum skal gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin næstu seks árini, søkir eftir skrivstovuleiðara at arbeiða fyri felagið
 
03.01.2017 - 13:44

Byggifelagið NCC, sum skal gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin næstu seks árini, søkir eftir skrivstovuleiðara at arbeiða fyri felagið í Føroyum.

Treytin fyri at fáa starvið er góður kunnleika til føroyskar lógir og royndir við teimum. Skrivstovuleiðarin skal búgva í Føroyum og kenna føroyska samfelagið, hvørjar reglur og mannagongdir eru her. 

Farið verður fyrst undir at bora Eysturoyartunnilin. Tá hann er liðugt sprongdur, verður farið undir at spreingja Sandoyartunnilin. Samstundis, sum byrjað verður at spreingja Sandoyartunnilin, verður Eysturoyartunnilin gjørdur liðugur.

Sandoyartunnilin skal vera liðugur í 2023. Fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av nú í januar. Fyrsta skotið verður á Strondum, og stutt eftir verður hol sett á á Hvítanesi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964