Heldur fyrsta tíðindafundin um eina viku

Heldur fyrsta tíðindafundin um eina viku
Donald Trump, komandi forsetin í USA, fer at halda sín fyrsta tíðindafund mikudagin í næstu viku, boðar hann frá
Donald Trump, komandi forsetin í USA, heldur fyrsta tíðindafundin um eina viku boðar hann frá á Twitter
 
04.01.2017 - 12:13

Komandi forsetin í USA, Donald Trump, boðar frá á Twitter, at hann fer at halda sín fyrsta veruliga tíðindafund síðan valið um eina viku, tann 11. januar í New York.

Donald Trump hevur, sambært AFP-tíðindastovuni, ikki hildið slíkan tíðindafund síðan í juli mánaði.

Greinin heldur fram niðanfyri

Upprunaliga var ætlanin, at tíðindafundur skuldi vera 15. desember, har Donald Trump skuldi greiða frá, hvussu hann vildi forða fyri at stríð verður um hansara mongu fyritøkur og forsetaembætið. Men tað bleiv útsett.

Við sínum seinkaða tíðindafundi hevur Donald Trump brotið eina siðvenju. Nývaldir forsetar halda vanliga tíðindafundir stutt eftir, at tað er greitt, at teir fara at yvirtaka embætið, har teir upplýsa um komandi politikkin.

Donald Trump hevur síðan valið verið í nøkrum fáum samrøðum og hevur hildið talur fyri viðhaldsfólkum. Í farna mánaði kunngjørdi hann, at stóra japanska telefyritøkan, Softbank, fer at skapa 50.000 nýggj arbeiðspláss í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585