Útflyta nú meira fisk

Útflyta nú meira fisk
Samstundis, sum oljuútflutningurin í Noregi minkar skjótt, hækkar fiskaútflutningurin hinvegin við rúkandi ferð
Samstundis, sum norski útflutningurin av olju minkar í stórum, so hækkar sølan av fiski og fiskavørum við rúkandi ferð
 
05.01.2017 - 09:10

Samstundis, sum norski útflutningurin av olju minkar í stórum, so hækkar sølan av fiski og fiskavørum við rúkandi ferð.

Tað vísir ein uppgerð sum Sjómatráðið hevur gjørt. Í fjør seldu norskar fyritøkur fisk og fiskavørur fyri 91,6 milliardir norskar krónur.

Fiskasølan nógv vaksin síðstu árini

Talan er um stóran vøkstur seinastu árini. Í 2012 seldu fyritøkurnar fisk og fiskavørur fyri 52 milliardir krónur og í fjør var sølan 40 milliardir krónur hægri.

Bara ein mánað í fjør, seldu norsku fyritøkurnar meir av fiski enn alt árið 1990. Øvugt hevur gingið við søluni av olju og gassi.

Í 2012 seldi Noreg olju og gass fyri 630 milliardir krónur, og í 2015 var tann sølan 180 milliardir krónur lægri. Tað eru serliga Poland, Frakland og USA, ið keypa norsku fiskavørurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887