Føroyar vunnu á Sveis

Føroyar vunnu á Sveis
Føroyska U-21 landsliðið í hondbólti fekk eina sera góða byrjan upp á HM-undankappingina
Mynd: jn.fo  
 
06.01.2017 - 22:34

Púra óvæntað hevur føroyska U-21 landsliðið fingið best hugsandi byrjanina upp á HM-undankappingina.

Føroyar vunnu 28-24 á Sveis, sum undan kappingini var mett sum sterkasta landið í bólkinum.

Støðan í hálvleikinum var 16-14 til Føroyar.

Toppskjúttarnir hjá Føroyum vóru Helgi Hoydal, Áki Egilsnes og Fríði Weyhe. Teir skutu fýra mál hvør.

Við sigrinum hava Føroyar møguleika at spæla seg víðari til HM-endaspælið, men enn eru tveir dystir eftir.

Føroyar spæla í morgin ímóti Ísrael. Dysturin verður í høllini á Hálsi klokkan 18.00.

Finnland vann fyrr í dag 36-30 á Ísrael.

Dysturin ímillum Føroyar og Sveis kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=lLvaM080E2k

mynd: jn.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652