Keypir tú eisini bil hesar mánaðirnar?

Keypir tú eisini bil hesar mánaðirnar?
Føroyingar keypa flest nýggjar bilar tríggjar mánaðir í árinum. Tann besti mánaðurin er tvífalt so góður sum tann ringasti
Føroyingar keypa flestar nýggjar bilar í apríl, mai og juni. Hinvegin er keypihugurin munandi minni í oktober
 
08.01.2017 - 16:14

Keypir tú helst nýggjan bil, tá summarið nærkast, so ert tú í øllum førum ikki einsamallur um at gera tað. Tað vísa tøl hjá Akstovuni fyri 2016.

Juni í 2016 var nógv tann besti mánaðurin hjá bilseljarum í Føroyum. Tá vórðu til samans 229 nýggir persónbilar skrásettir í Føroyum.

Føroyingar keypa eisini nógvar nýggjar bilar teir báðar mánaðirnar frammanundan. Tað vil siga apríl og mai, sum tað eisini sæst í grafikkinum her.

Greinin heldur fram niðanfyri

Ringast stóð til í oktober mánað, tá bara - í mun til juni - 117 nýggir persónbilar í Føroyum fingu nummarplátur, vísa tølini hjá Akstovuni.

1.971 persónbilar vórðu seldir í Føroyum í 2016. Mest seldi bilurin í Føroyum í fjør var Mitsubishi ASX. Teimum vórðu til samans 116 seldir av.

Hent at vita: Klikka á bláu prikkarnar í grafikkinum í greinini, vilt tú hava neyv tøl fyri hvønn einstakan mánað í 2016 í yvirlitinum omanfyri.

SÍ EISINI Sí allan listan: Her eru mest seldu bilarnir
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585