Yvirgangsálop í Jerusalem

Yvirgangsálop í Jerusalem
Fýra fólk lótu lív, tá ein lastbilur rendi á ein bólk av herfólki í Jerusalem í dag. 13 onnur fólk vórðu løstað
Førarin á hesum lastbilinum, sum rendi á nøkur herfólk í Jerusalem í dag, varð dripin
Mynd: AP  
 
08.01.2017 - 14:55

Myndgleikarnir siga, at talan var um eitt yvirgangsálop, skrivar BBC. Tríggjar kvinnur og ein maður lótu lív, og í minsta lagi 13 onnur eru særd.

Løgreglan sigur við BBC, at bilførarin er skotin av herfólki, sum vóru á staðnum. Seinastu 15 mánaðirnar hava palestinar framt mong álop móti ísraelum.

Eingin tikið ábyrgdina á seg

Álopini á palestinar hava verið framd við knívi, skotvápnum og eisini akførum, sum nú í dag.

Ein bussførari, sum sá álopið, sigur við írsraelskt útvarp, at bilførarin fyrst rendi á fólkini, fyri síðani at bakka á tey, sum lógu eftirá.

Politiovastin í Ísrael, Roni Alsheich sigur, at álopsmaðurin var frá arabiska økinum í Eysturjerusalem, sigur bretska kringvarpið, BBC.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010