15 nýggj eiturkoppasløg í Føroyum

15 nýggj eiturkoppasløg í Føroyum
Síðstu 15 árini eru 15 nýggj eiturkoppasløg funnin í Føroyum. Serfrøðingar hava verið runt og vent steinum um alt landið
15 nýggj eiturkoppasløg eru funnin í Føroyum síðstu 15 árini. Til samans eru nú 114 sløg skrásett í Føroyum
 
10.01.2017 - 17:25

Leggur tú lítið í eiturkoppar? So ert tú helst ikki líka fegin, sum tríggir føroyskir serfrøðingar og ein danskari, sum hava leitað eftir eiturkoppum í Føroyum.

Síðstu 15 árini hava teir fýra serfrøðingarnir verið runt og vent steinum í Føroyum, og teir hava ikki leitað til fánýtis. Tað sigur Jens-Kjeld Jensen, við útvarpið.

Serfrøðingarnir hava funnið 15 nýggj sløg av eiturkoppum í Føroyum. Sostatt eru nú til samans skrásett 114 sløg av ymiskum eiturkoppum í Føroyum.

Koma við plantum og bilum

Eiturkopparnir eru komnir til Føroya við eitt nú plantum og gomlum bilum, men summir gera sær lokkanet, ið sýgur teir upp í luftina og detta seinni niður í Føroyum.

Jens-Kjeld Jensen, Dánjal Jespersen og Rodmund á Kelduni hava, í samstarvi við Jørgen Lissner, serfrøðing í eiturkoppum, samskipað skrásetingina av eiturkoppunum.

Undanfarnar skrásetingar eru kannaðar av nýggjum. Bæði tær, sum eru kunngjørdar á listanum, og tær, ið finnast í søvnunum hjá Náttúrugripasavninum og høvundunum sjálvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010