Samgonguskjal undirskrivað í dag

Samgonguskjal undirskrivað í dag
Allir flokkarnir, sum eru í ferð við at skipa stjórn í Íslandi, samtyktu samgonguskjalið mánakvøldið. Tað verður kunngjørt seinnapartin
Samgonguskjalið hjá nýggju stjórnini í Íslandi verður undirskrivað seinnapartin. Sum skilst verða tíggju ráðharrar í stjórnini
 
10.01.2017 - 13:13

Skrivað verður undir samgonguskjalið í dag, og tað verður almannakunngjørt á tíðindafundi seinnapartin.

Flokkarnir hava ikki enn kunngjørt, hvussu málsøkini verða býtt teirra millum, og hvør fer at manna stjórnina.

SÍ EISINI Skipa tepra meirilutastjórn

Sum skilst verða tíggju ráðharrar í nýggju stjórnini í Íslandi. Sjálvstæðisflokkurin fær fimm, Viðreisn tríggjar og Bjørt framtíð tveir ráðharrar. 

Bjarni Benediktsson verður forsætisráðharri í nýggju stjórnini. Nýggja stjórnin hevur bara eitt tingfólk í meiriluta í Altinginum. Hon hevur 32 tingfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652