Vilja vita hvør eigur bilarnar

Vilja vita hvør eigur bilarnar
Oljufeløgini eiga at síggja, hvør eigur ein bil, so tað er lættari at fara eftir fólki, ið ikki gjalda fyri brennievni, heldur Handilsvinnufelagið
Tá fólk fylla tangan og síðani rýma av bensinstøðini uttan at gjalda, eiga oljufeløgini at sleppa framat at síggja, hvør eigur nummarplátuna, so pengarnir kunnu krevjast inn, heldur Handilsvinnufelagið
 
10.01.2017 - 09:59

Tá fólk fylla tangan og síðani rýma av bensinstøðini uttan at gjalda, eiga oljufeløgini at sleppa framat at síggja, hvør eigur nummarplátuna, so pengarnir kunnu krevjast inn.

Men sambært ferðslulógini hava oljufeløgini ikki, og tey fara heldur ikki, sum støðan er nú, at fáa atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni. Í akfarsskránni stendur, hvør eigur bilarnir.

Tað er ikki í lagi, heldur Handilsvinnufelagið. Í hoyringarsvari til Samferðslumálaráðið undrast felagið á, at nakrar ávísar privatar fyritøkur, men ikki allar, hava atgongd til akfarsskránna.

Vilja hava somn sømdir

Harafturat fáa almenn partafeløg sersømdir, sigur Handilsvinnufelagið, ið heldur, at allar fyritøkur, almennar sum privatar, eiga at hava somu sømdir, somu atgongd til akfarsskránna.

Handilsvinnufelagið heldur, at tá Vága floghavn og Tunnilsfelagið sleppa fram at akfarsskránni at síggja numnmarplátur, eiga oljufeløgini at hava sama rætt, tá fólk rýma uttan at gjalda fyri bensin ella diesel. 

Felagið ivast í, um tað fyrisitingarliga er í lagi, at landsins myndugleikar gera mun á privatum fyritøkum, uttan at objektivar orsøkir eru fyri hesum mismuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819