Alivinnan størstu framgongdina

Alivinnan størstu framgongdina
Stórur munur er á gongdini í talinum á løntakarum í teimum ymisku vinnugreinunum í Føroyum. Alivinnan kann fegnast mest
Størsta framgongdin innan vinnugreinarnar í Føroyum í løtuni er í alivinnuni. Í oktober høvdu 1.074 fólk sína høvuðsinntøku í alivinnuni
 
11.01.2017 - 07:40

Í landbúnaðinum er vøksturin næstan 14%, meðan afturgongdin í ráevnisvinnuni var næstan 20 prosent. Men hetta eru smáar vinnugreinar, og tá er skjótt hvønn vegin.

Tøl frá Hagstovuni vísa, at í størru vinnugreinunum í landinum er størsta framgongdin í alivinnuni. Í oktober høvdu 1.074 fólk sína høvuðsinntøku í alivinnuni.

Greinin heldur fram niðanfyri

Hetta eru 88 fleiri enn fyri einum ári síðani. Vøksturin er 8,9 prosent. Eisini í kommununum er stórur vøkstur, nú arbeiða 248 fleiri í kommununum ella hjá ríkinum, sammett við oktober 2015.

Ein av orsøkunum til vøksturin í kommununum man vera, at eldraøkið nú verður rikið av kommununum, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.

Færri løntakarar í fiskivinnuni

Byggivinnan hevur eisini ein vøkstur upp á yvir 100 løntakarar. Í oktober starvaðust 1.894 fólk í byggivinnuni, tað eru 101 fleiri enn sama tíðarskeið árið fyri. Hetta er 5,6 prosent í vøkstri.

Í fiskivinnuni er ein afturgongd í talinum á løntakarum. 26 færri fingu sína inntøku frá fiskiskapi, 34 færri frá sjóflutningi og 70 færri frá fiskavøruídnaðinum. Afturgongdin er millum 1,7 og 4,7 prosent.

Í heilsu- og almannaverkinum eru stívliga 100 færri fólk til arbeiðis, helst lutvíst av, at eldrarøktin nú eru undir kommununum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887