Forsætisráðharrin eisini nevndur í Panamaskjølum

Forsætisráðharrin eisini nevndur í Panamaskjølum
Bjarni Benediktsson bíðaði við at almannakunnger eina frágreiðing um Panamaskjølini til eftir altingsvalið
 
12.01.2017 - 08:09

Tað hevur vakt ans, eisini uttanlands, at nýggi forsætisráðharrin í Íslandi, Bjarni Benediktsson, er nevndur í Panamaskjølunum eins og undanmaður hansara, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, sum noyddist at leggja frá sær tveir dagar eftir, at Panamaskjølini vórðu kunngjørd. 

Bjarni Benediktsson var fíggjarmálaráðharri í undanfarnu stjórn, men hann noktaði at fara úr starvinum, hóast onkrar veljarakanningar søgdu, at tað átti hann at gjørt.

Sigmundur Davið noyddist at leggja frá sær

The Washingt­on Post skrivar, at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson noyddist at leggja frá sær, tí hann varð nevndur í Panamaskjølunum. Nú hevur Ísland fingið ein annan forsætisráðharra, sum eisini er nevndur í Panamaskjølunum.

Bjarni Benediktsson bíðaði eisini við at almannakunngera eina frágreiðing um Panamaskjølini til eftir altingsvalið 29.oktober, hóast hann fekk hana nakrar vikur fyri valið, og fjølmiðlar bóðu um frágreiðingina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691