Menn fáa størra partin av lønunum

Menn fáa størra partin av lønunum
Mannfólk forvunnu 5,3 milliardir krónur í fjør, og konufólk tjentu 3,2 milliardir
 
13.01.2017 - 14:50

Mannfólk eiga 62 prosent av øllum lønargjaldingum.

Tað upplýsir Hagstovan á heimasíðuni.

Í fjør var triðja árið á rað, at mannfólkini fingu størra partin av lønarvøkstrinum.

Mannfólk forvunnu tilsamans 5 milliardir og 279 milliónir krónur í fjør, og kvinnurnar tjentu 3 milliardir 197 milliónir.

Vøksturin í prosentum er hjá monnum 5,8 prosent og hjá kvinnum 5,3 prosent.

Orsøkin til, at mannfólkini fáa størra partin av lønarvøkstrinum er, at seinastu trý árini hevur tað verið sera stórur vøkstur í vinnugreinum, har menn eru í meiriluta.

Tað er m.a. í vinnugreinunum fiskiskapur, ali- og kryvjivirki og bygging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964