A-landsliðið í hondbólti framvegis ein møguleika

A-landsliðið í hondbólti framvegis ein møguleika
Føroyska A-landsliðið í hondbólti hevur framvegis ein lítlan møguleika til at spæla seg víðari til EM- undakappingina
A-landsliðið í hondbólti framvegis ein møguleika
 
15.01.2017 - 10:15

Tað var greitt eftir, at Grikkaland vann á Kypros í gjárkvøldið. Grikkaland vann dystin 24-17.

Men Føroyar skulu vinna stórsigur á Grikkalandi fyri at kunna spæla seg víðari, tí Føroyar taptu sín fyrra dyst í hesi kappingini fyri Kypros við einum máli í dystinum, sum varð spældur fríggjakvøldið. Tann dystin vann Kypros 20-19. Sostatt er dysturin millum Grikkaland og Føroyar avgerandi fyri, hvat lið spælir seg víðari í hesi innleiðandi EM undankappingini, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið.

Føroyar og Grikkaland spæla sín dyst klokkan 16.00 í høllini á Hálsi í Havn í dag. Grikkar skulu bert hava javnleik fyri at spæla seg víðari, meðan kravið hjá føroyingum fyri víðari luttøku er stórsigur á Grikkalandi. Grikkaland var undan kappingini styrkismett sum besta liðið, og sostatt er vónin hjá Føroyum um at spæla seg víðari nakað spinkul, men hon livir enn.

Kringvarpið stroymir dystin beinleiðis á heimasíðuni kvf.fo, og hann byrjar klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858