Skulu fáa stuðul til útbúgving uttanlands

Skulu fáa stuðul til útbúgving uttanlands
Almannamálaráðið hevur gjørt uppskot broytingar í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk
Fyrstu næmingarnir í serflokkinum í Hoydølum taka miðnámsskúlaprógv í summar
 
15.01.2017 - 10:23

Persónar við autismu, og sum hava miðnámsskúlaprógv, skulu í serligum førum fáa stuðul til førleikagevandi útbúgving uttanlands, um so er, at hóskandi tilboð ikki eru í Føroyum.

Almannamálaráðið hevur gjørt eitt uppskot um broytingar í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum nú er sent til hoyringar.

Skotið verður eisini upp at hækka lønarískoytið til fólk í tillagaðum starvi umleið 5.000 krónur um mánaðin, úr góðum 17.000 upp í 22.000 kr. um mánaðin. 

Taka prógv í summar

Næmingarnir í serflokkinum í Hoydølum hava autismu. Teir byrjaðu í 2013, og taka miðnámsskúlaprógv í summar. 

Hjá hesum næmingum tekur tað fýra ár at taka miðnámsskúlaprógv. Flestu næmingarnir vóru yngri enn 18 ár, og búðu heima hjá foreldrum, tá teir byrjaðu í serflokkinum.

Men nú teir eru vorðnir eldri, verður hetta ikki hildið at vera ein nøktandi loysn. 

Teir hava tørv á stuðli í gerandisdegnum, og tí skal ein fyriskipan samskipast við eitt búðtilboð, sama um skipanin verður í Føroyum ella uttanlands, sigur Almannamálaráðið í viðmerkingunum til uppskotið.

125 fólk í tillagaðum starvi

Hin parturin av uppskotinum er um at hækka inntøkuna hjá persónum í tillagaðum starvi, sum í løtuni hava inntøku, ið er lægri enn sáttmálalønin. 

Í oktober í fjør vóru 125 fólk í tillagaðum starvi, og miðalinntøkan hjá teimum er umleið 25.500 kr. Tá er lønarískoytið íroknað. 

Umleið helvtin av teimum, sum eru í tillagaðum starvi, fáa nærum fulla sáttmálaløn. Tey fáa kortini ikki eftirløn av lønarískoytinum. 

Almannamálaráðið sigur, at lógarbroytingin ávirkar ikki helvtina av teimum 125 fólkunum, sum eru í tillagaðum starvi.

Hin helvtin fær úr 100 upp í 5.000 kr. meira um mánaðin. Tó eru tað bara heilt fá, sum fáa upp í 5.000 kr. meira um mánaðin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672