Tryggingarfelagið Føroyar í nýggj høli í Klaksvík

Tryggingarfelagið Føroyar í nýggj høli í Klaksvík
Deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Klaksvík flytur mánadagin 16. januar inn í bygningin hjá Eik Banka á Bøgøtu 1
Tryggingarfelagið Føroyar í nýggj høli í Klaksvík
Mynd: TF  
 
15.01.2017 - 13:58

Tænastustøðið hjá TF Holding samtakinum skal hækkast, og tí er avgjørt at víðka um tvørgangandi samstarvið í samtakinum. Fyrsta stigið í hesum samstarvi er at flyta deildirnar í Klaksvík undir sama tak. Sostatt verða Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, Inni og Eik Banki øll undir somu lon í Klaksvík. 

Flytingin merkist ikki hjá starvsfólkunum, verður sagt í einum tíðindaskrivi frá TF Holding samtakinum. Øll starvsfólk á deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Klaksvík halda fram í sínum starvi.

Aðrar deildir flyta eisini

30. januar flytur deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum í Saltangará inn í grannahølini hjá Eik Banka, meðan deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á Tvøroyri verður verandi á sama stað.

Herfyri samtykti nevndin í TF Holding, at farast skal undir at byggja nýtt høvuðssæti, ið skal húsa øllum TF Holding samtakinum. Nýggja høvuðssætið, sum fer at liggja í Havn, verður væntandi klárt at flyta inn í um góð trý ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819