Turkar biðja um friðskjól í Noregi

Turkar biðja um friðskjól í Noregi
Turkiskir herovastar og diplomatar siga, at teir ikki vóru partur av kvettroyndini í summar, men at teir stúra fyri framtíðini, skrivar Verdens Gang
Turkiskir herovastar og diplomatar biðja um friðskjól í Noregi
Mynd: Tv2.dk  
 
15.01.2017 - 11:47

Blaðið skrivar, at herovastarnir og diplomatarnir hava starvast fyri NATO í Noregi til í heyst, men teir tora ikki at fara heimaftur, tí teir kunnu verða avhoyrdir um leiklutin í kvettroyndini í juli í fjør.

Blaðið hevur tosað við fleiri av fólkunum, og øll siga, at tey einki høvdu við kvettroyndina at gera. Men onkur sigur seg verða koyrdan úr starvi, og at passið er fyribeint. - Fari eg aftur til Turkalands, verði eg tikin alt fyri eitt, helst fongslaður, avhoyrdur og píndur til at geva falska frágreiðing. Og í Turkalandi doyggja fólk í fongslunum av ókendum orsøkum, sigur ein diplomatur við blaðið. Hvørki myndugleikarnir í Noregi ella turkiska sendistovan í Oslo vilja gera viðmerkingar til tíðindini í blaðnum.

Fleir enn 100.000 dómarar, lærarar, løgreglufólk og herovastar hava fingið fótin eftir kvettroyndina. Tey eru skuldsett fyri at vera við í felagskapinum hjá átrúnaðarliga leiðaranum, Fethullah Gúlen, sum stjórnin skuldsetur fyri at hava skipað fyri kvettroyndini. Hann býr sjálvur í USA. Ein herovasti gjørdi av at fara til Turkalands fyri at reinsa seg fyri skuldsetingarnar. Hann varð tikin á flogvøllinum, og hevur síðani verið fongslaður, sigur ein herovasti við blaðið.

Bæði Noreg og Turkaland eru limir í NATO. Á høvuðsstøðini í Bruxelles sigur ein talsmaður fyri Jens Stoltenberg, ST-aðalskrivara, at turkiskir herovastar í Bruxelles hava fingið boð um at koma heim. - Jens Stoltenberg veit, at turkiskir herovastar í tænastu hjá NATO eru koyrdir úr starvi, aðrir eru tiknir og fleiri hava biðið um friðskjól í øðrum NATO-londum, sigur talsmaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672