Glasir skaða í ódnarveðrinum

Glasir skaða í ódnarveðrinum
Enn er ikki greitt, hvussu leingi tað fer at taka at leggja fyribilstakið á aftur Glasir, sum fór í illveðrinum um jólini
Tað er ikki greitt, hvussu langa tíð tað fer at taka at umvæla takið á Glasir, sum fekk skaða á jólum
 
16.01.2017 - 18:17

Nakað fyri jól var eitt fyribils tak lagt á, sum skuldi forða fyri at vatn rann niður í bygningin. Talan var um eitt tak úr plasti, sum vanliga verður nýtt tá takt verður.

Fyribilstakið skuldi tetta bygningin, so arbeiðast kundi í bygninginum. Ætlanin var at gera veggir og gólv, tá bygningurin var tættur.

Men illveðrið á jólum skræddi alt takið av, og vatn seyrar tí niður í bygningin. Talan er um ovastu hæddina á bygninginum, ella sættu hædd. Av tí sama ber ikki til at arbeiða í bygninginum í løtuni.

Útlendingar hjálpa til

Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki sigur, at fólk eru komin bæði úr Noreg og úr Danmark at hjálpa til við at fáa tett bygningin aftur. Hvussu langa tíð tað fer at taka, kann stjórin einki siga um í løtuni.

Og av tí sama kann hann heldur einki siga um, hvussu leingi arbeiðið verður seinkað av stormskaðanum.

Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki, fegnast tó um, at vindeyguni og rútarnir í bygninginum hildu í ringa veðrinum á jólum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887