Minst 30 deyð í flogvanlukku

Minst 30 deyð í flogvanlukku
Eitt turkiskt farmaflogfar datt í nátt niður í einum íbúðarøki í kirgiska høvuðsstaðnum
Í minsta lagi 30 fólk hava latið lív eftir at eitt turkiskt farmaflogfar í nátt datt niður í eitt íbúðarøki
Mynd: AP  
 
16.01.2017 - 09:03

Í minsta lagi 30 fólk hava latið lív eftir at eitt turkiskt farmaflogfar í nátt datt niður í eitt íbúðarøki í eini bygd uttan fyri kirgisiska høvuðsstaðin, Bishkek.

Altjóða miðlar skriva, at flogfarið skuldi millumlenda í tjúkkum mjørka, tá tað datt niður í miða-siatiska fjallalandinum Kirgisia. Flogfarið var á veg úr Hong Kong til Istanbul við farmi.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fimm fólk vóru umborð á flogfarinum, siga úmboð fyri kirgisiskar flutningsmyndugleikar við BBC. Onkrir miðlar vilja vera við, at ein av manningini slapp við lívinum.

Hini umleið 25, sum eru deyð, vóru stødd í bygdini, sum flogfarið datt niður í. Í minsta lagi 15 bygningar eru oyðilagdir í vanlukkuraktu bygdini.

Flogfarið, sum datt niður í nátt, var eitt Boeing 747 og varð bygt í 2003. Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010