Fólkatalið skjótt metstórt

Fólkatalið skjótt metstórt
Í fjør var størsti fólkavøkstur í Føroyum í 15 ár. Heldur gongdin fram, verða 50.000 fólk í Føroyum um heilt fáar vikur
Um fáar vikur búgva 50.000 fólk í Føroyum. So stórt hevur fólkatalið ongantíð verið fyrr
 
17.01.2017 - 09:01

Tað skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni. Fólkatalið var 49.820 tann 1. desember í fjør, og er vaksið við 738 fólkum síðani 1. desember fyrraárið.

So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðstu 15 árini. Fólkavøksturin kemur av, at 444 fólk fleiri eru flutt til Føroya í mun til teirra, sum eru flutt av landinum, og at burðaravlopið var 294.

Lítil fráflyting

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini.

Talið á fólki í Føroyum fer, eftir øllum at døma sum gongdin er í løtuni, at koma uppá 50.000 í ár, fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Heldur gongdin fram, verða vit 50.000 fólk í Føroyum, møguliga longu síðst í februar ella fyrst í mars, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585