Føroyar yvirtaka loftferðsluøki

Føroyar yvirtaka loftferðsluøki
Semja er um ein leist fyri hvussu Føroyar skulu yvirtaka loftferðsluøkið
 
21.01.2017 - 09:33

Hesum boðar Vinnumálaráðið frá í fráboðan, eftir fund millum landsstýrismann, Poul Michelsen, og danska samferðslumálaráðharran, Ole Birk Olesen, í gjár. 

Talan verður um ein tvíliðaðan leist, sambært Vinnu- og uttanríkismálaráðnum 

Í fyrsta umfari verður arbeitt við, at føroyskir myndugleikar skulu umsita uppgávur, sum almenna danska fyritøkan, Naviair, í dag røkir í sambandi við flogferðslu til og úr Vága floghavn. 

Í øðrum umfari verður farið undir at greina allar tættir viðvíkjandi tøkni, lóggávu, altjóða viðurskiftum og øðrum, sum skal verða lýst, áðrenn yvirtøkan av málsøkinum flogferðsla endaliga verður framd.

Avtalan er, at føroyskir myndugleikar leiða arbeiðsbólkin, og fyrsti parturin av arbeiðinum verður eftir ætlan liðugur í summar.

Poul Michelsen og Ole Birk Olsen umrøddu eisini spurningin um føroyskar luttøku í felags evropeiska loftferðslusamstarvinum, FELO.

Roknað verður við, at umboð fyri danskar og føroyskar myndugleikar hitta ES kommissiónina í næstum fyri at umrøða, hvussu komast kann víðari við málinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010