Grundarupphæddin verður ikki skerd meira

Grundarupphæddin verður ikki skerd meira
Landskassin spardi 21 milliónir krónur í fólkapensjónum í fjør
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur svarað Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum um pensjónir
 
23.01.2017 - 14:10

Tað er sera týdningarmikið fyri samgonguna, at tey, sum orka og hava hug at arbeiða eftir at tey eru fylt 67 ár, sleppa tað. 

Eins stóran týdning hevur tað at fáa eina góða skipan, sum loftar teimum, sum ikki orka at arbeiða til tey eru 67 ár.
 
Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, fekk ikki svar, tá hann spurdi Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um samgongan ætlar at hækka pensjónsaldurin.

Pensjónsnýskipanin

Landsstýriskvinnan vil ikki svara, so leingi roynt verður at fáa breiða politiska semju um pensjónsnýskipan. Eitt uppskot um pensjónsnýskipan skuldi upprundaliga vera klárt at leggja fyri tingið á Ólavsøku í fjør, men arbeiðið er ikki liðugt enn. 

Landskassin spardi kortini 21 milliónir krónur í fólkapensjónum í fjør.

Grundupphæddain kostaði 42 milliónir minni enn í 2015, men viðbótin kostaði 21 milliónir meira.

Samgongan flutti tann 1.januar 2016 í fjør útreiðslur til fólkapensjón úr landskassanum í Samhaldsfasta.

Grundupphæddin minkað

Grundupphæddin minkaði 580 kr. um mánaðin. Samstundis hækkaði útgjaldið úr Samhaldsfasta 900 kr. um mánaðin. Viðbótin hækkaði 150 kr. um mánaðin.  

Samgongan hevur onga ætlan um at skerja grundupphæddina meira, sigur Eyðgunn Samuelsen í svari sínum til Bjørn Kalsø.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652