Advokatur: Havsbrún einki endurgjaldskrav

Advokatur: Havsbrún einki endurgjaldskrav
Havsbrún gjørdi tveir aðrar goymslutunlar fyri teir, sum kommunan seldi Bergfrosti. Kommunan slapp ikki at bora nýggjar tunlar fyri landsstýrinum
Havsbrún noyddist úr tunlunum í ótíð, tí kommunan seldi Bergfrosti teir
 
24.01.2017 - 10:37

Fuglafjarðar kommuna hevur onga skyldu til at lata Havsbrún endurgjald fyri tveir goymslutunlar, sum Havsbrún noyddist úr í ótíð, tí kommunan seldi Bergfrosti tunlarnar.

Tað hevur kommunan fingið at vita frá Advokatskrivstovuni.

Leigusáttmálar við Havsbrún langt fram í tíðina bundu kommununa, ávikavist til 2024 og 2030.

Men sambært semju, sum kommunan, Havsbrún og Bergfrost gjørdu, játtaði Havsbrún at fara úr tunlunum fyri 1.januar í ár, tá leigumálið endaði.      

Eingin endurgjaldsábyrgd

Í brævinum til kommununa sigur Eyðbjørn Larsen, advokatur, at kommunan ikki á nakran hugsandi hátt hevur borið seg soleiðis at í hesum máli, at kommunan er komin undir endurgjaldsábyrgd.

Advokaturin sigur, at við teimum upplýsingum, hann hevur, heldur hann ikki, at Havsbrún hevur mist pengar.

Havsbrún gjørdi tveir aðrar goymslutunlar í staðin fyri teir, sum kommunan seldi Bergfrosti.

Fuglafjarðar kommuna keypti grótið frá Havsbrún, 119.000 rúmmetrar fyri 13,1 millión, fyri 109 krónur rúmmeturin. Hetta góðkendi Innlendismálaráðið.

Vørugjaldið lækkar

Býráðið hevur eisini samtykt at lækka vørugjaldið tíggju prosent, niður í 0,675 prosent av virðinum á tí fiski, sum verður landaður í Fuglafirði.

Tá kommunan avgjørdi at selja tunlarnar, sum Havsbrún leigaði, skuldi kommunan gera tveir aðrar tunlar til Havsbrún. 

Men kommunan slapp ikki at bora tunlar fyri landsstýrinum. Tí noyddist Havsbrún at gera tunlarnar. 

Eykakostnaðurin var, sambært Havsbrún, fimm milliónir krónur, sum skuldu vera grundarlagið undir møguligum endurgjaldskravi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672