Kvinnur í besta aldri hava ikki arbeiði

Kvinnur í besta aldri hava ikki arbeiði
Hagstovan heldur, at tað er merkisvert, at so nógvar ungar kvinnur eru arbeiðsleysar
 
25.01.2017 - 08:34

Nógvar kvinnur í besta aldri, 25 til 34 ár, hava ikki arbeiði.

Hagstovan, sum hevur kunngjørt arbeiðsloysistølini fyri desember 2016, heldur, at merkisvert stórt er arbeiðsloysið hjá ungum kvinnum.

Tað var 5,5 prosent, sum er dupult so stórt sum hjá monnum í sama aldursbólki, og næstan dupult so stórt sum miðaltalið fyri allar kvinnur í arbeiðsloysistølunum.

Í desember í fjør var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið í Føroyum 2,5 prosent, 2,1 prosent hjá monnum og 2,9 prosent hjá kvinnum. Hetta var minsta arbeiðsloysið í fjør.

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum er afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. 

Hetta ger, at til ber at hyggja at gongdini mánað fyri mánað, uttan at reglulig sveiggj millum árstíðirnar órógva samanberingina.

Í desember í fjør vóru 76 færri kvinnur og 56 færri menn enn í juli skrásett hjá ALS og Almannaverkinum at vera arbeiðsleys.

693 fólk vóru arbeiðsleys í desember.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887