Vesturland verður ikki gjørt aftur

25.01.2017 - 16:05
AktueltSamfelag
Vesturland verður ikki gjørt aftur
Skipið hevur fingið størri skaða, enn tað er tryggjað fyri
 

Garnaskipið Vesturland er vrak, og skipið verður ikki gjørt aftur.

Tað kostar meir at gera skipið aftur, enn tað er tryggjað fyri, og tí hevur Tryggingarfelagið Føroyar gjørt av, at skipið ikki verður umvælt.

Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, sigur, at skipið er so illa brent, at talan er um ein totalskaða, og tí loysir tað seg ikki at brúka pengar upp á Vesturland.

Hann vil kortini ikki siga, hvussu nógv skipið varð tryggjað fyri.

Reiðaríið eigur skipið, sum tað liggur á Skála, og Tryggingarfelagið Føroyar ger ikki meira við málið, sigur stjórin.

Eldur kom í 7. januar

Eldur kom í Vesturland um middagsleitið 7. januar, tá skipið royndi við gørnum vestur av Føroya Banka. Tyrlan hjá Atlantsflogi tók teir 10 menninar upp, og fleyg teir til lands.

Brimil fekk enda umborð á Vesturland og sleipaði skipið á Skála, har tað hevur ligið síðani.

Sjófrágreiðing var um hendingina í Føroya rætti. Tá vóru skiparin, kokkurin og maskinmeistarin avhoyrdir. 

Umboð fyri donsku havarínevndina var í Føroyum og kannaði skipið, og fekk hjálp frá løgregluni og frá Sjóvinnustýrinum.

Frágreiðing verður skrivað um hendingina.

Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á stjóran í Thor, Hans Andrias Kelduberg, men hann segði, tá eldur kom í skipið, at teir fara ikki at fáa sær annað skip, fyrr enn fiskivinnunýskipanin er sett í verk, tí tað kunnu so nógvar broytingar henda í hesum árinum.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Góðan morgun Føroyar 29.05.2020
109499
Hósdag 28. mai
Breddin
109454
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Modern Era", Teitur
109451
Hósdag 28. mai
Nón 28.mai 2020
109447
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Úr savninum: Slóðarar 7:7
109459
Mikudag 27. mai
Vit venja við - 2
109392
Mánadag 25. mai
3-2
109292