26 mió. kr. til musikkskúlan í ár

26 mió. kr. til musikkskúlan í ár
Forkvinnan í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð vónar, at byggisáttmálin verður gjørdur fyri 1. apríl
 
27.01.2017 - 15:23

Tórshavnar kommuna fer nú at samráðast Húsavarðartænastuna, sum hevði lægsta tilboð at byggja musikkskúlan, og vónandi verður sáttmáli gjørdur um arbeiðið fyri 1. apríl.

Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, við heimasíðuna hjá kommununi.

Eftir samtyktina í býráðnum í gjárkvøldið og broyttu fíggjarætlanini eru góðar 26 milliónir kr. tøkar at byggja musikkskúlan.

Fíggja restina í 2018 og 2019

Býráðssamgongan er samd um, at restin at fíggingini verður játtað á íløguætlanini fyri 2018 og 2019.

Musikkskúlin verður umleið 2600 fermetrar til støddar við stórum orkesturhøli, sum umframt at vera undirvísingarstað fyri stór kór og orkestur, eisini er ætlað til framførslur fyri 350 áhoyrarum.

Øll undirvísingarhøli eru serútgjørd, har serligur dentur er lagdur á bestu ljóðviðurskifti.  

Avgjørt er, at skúlin skal hitast við fjarhita, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584