Sverri Nielsen setti nýtt danskt met

Sverri Nielsen setti nýtt danskt met
Sverri Sandberg Nielsen er aftur danskur meistari í inniróðri. Ungir rógvar úr Føroyum vunnu eisini fleiri heiðursmerki
 
29.01.2017 - 11:38

Sverri Sandberg Nielsen bleiv triðja árið á rað danmarkarmeistari í inniróðri.

Miðvingurin, sum kappaðist í Gladsaxe, bleiv ikki bara nummar eitt, hann setti eisini nýtt danskt met.

Í fjør róð hann teir 2000 metrarnar upp á 5.51.20. Tíðin hjá honum hesaferð var 5.49.20

Sverri umboðar Danske studenters roklub.

Ítróttarsendingin hjá Kringvarpinum, 3-2, var á staðnum, tá Sverri Nielsen vann kappingina og í annaðkvøld verður innslag og samrøða við Sverra í sendingini.

Ungir rógvarar stóðu seg eisini sera væl

Róðrarsamband Føroya hevði eisini sent fleiri ungar rógvarar til kappingina, og tey kláraðu seg sera væl.

Tey vunnu fimm heiðursmerkir. Tvey gull, tvey silvur og eina bronsu.

Í bólkinum gentur 13 ár vann Unnur Wenningsted á Tórgarði gull. Tíðini hjá henni var so mikið góð, at hon hevði vunnið silvur, um hon róð í dreingjabólkinum.

Í bólkinum gentur 14 ár gekk eisini sera væl. Kristianna Skarpheðinsdóttir og Lea Tróndheim Johansen vunnu ávíkavist gull og silvur.

Nikoba H. í Gong vann silvur í bólkinum gentur 15 ár og Jannikk J. Dalfoss vann bronsu í bólkinum dreingir 14 ár.

Móttøka

Saman við Havnar Róðrarfelag skipar Róðrarsamband Føroya fyri almennari móttøku fyri ungu rógvarunum. 

Móttøkan verður í dag klokkan 15:00 í hølunum hjá Havnar Róðrarfelag í Álakeri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851