Svimjing: Fleiri gull til Føroyar í Reykjavík

Svimjing: Fleiri gull til Føroyar í Reykjavík
Føroysku svimjararnir vunnu eisini fleiri heiðursmerkir á síðsta kappingardegnum í Reykjavík International Games
 
29.01.2017 - 20:38

Føroysku svimjararnir hava staðið seg sera væl í altjóða kappingini í Íslandi.

Í kvøld vunnu tey átta heiðursmerkir, skrivar svimjing.com

Sára Nysted og Róland Toftum, bæði úr Suðuroyar svimjifelagi, vunnu gull í ávíkavist 400 m. frí og 50 m. bringu.

Sára Nysted vann eisini bronsu í 200 m. rygg.

Magnus Jákupsson, sum umboðar Farmum og Danmark vann eisini gull. Hann kom fyrst á mál í 100 m. kappingini.

Signhild Joensen úr Ægir vann silvur í 50. og 200 m. rygg.

Ásbjørg Hjelm úr Ægir vann bronsu í 100 m. bringu

Hugin Næs Lave úr Suðuroyar svimjifelag vann bronsu í 200 m. blandað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887