Fyrrverandi sendimaður í Føroyum deyður

Fyrrverandi sendimaður í Føroyum deyður
Eiður Guðna­son, sum var íslendskur sendimaður í Føroyum frá 2007 til 2009, doyði mánadagin
Eiður Guðna­son, sendimaður Íslands í Føroyum frá 2007-2009, andaðist fyrr í vikuni, 77 ára gamal
Mynd: visir.is  
 
02.02.2017 - 09:28

Hann gjørdist 77 ára gamal. Eiður Guðnason var tíðindamaður í nógv ár, áðrenn hann fór upp í politikk í 1978.

Hann var í Altyðuflokkinum, sum var sosialdemokratiski flokkurin í Íslandi tá. Eiður Guðnason var bæði altingsmaður og ráðharri, til hann gavst í politikki í 1993.

Eftir tað var hann stjóri í íslendska uttanríkisráðnum og sendiharri í Kanada, Noregi og Kina. Hann endaði sína diplomatisku starvstíð í Føroyum. 

Eiður Guðnason hevði nógv onnur álitisstørv, millum annað var hann í Norðurlandaráðnum. Kona hansara, Eygló Helga Har­alds­dóttir, doyði í 2015.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585