Innferðarforboðið trupult at seta í verk

Innferðarforboðið trupult at seta í verk
Tað gongst ikki sum ætlað hjá amerikanska forsetanum at seta í verk innferðarforboð til USA úr sjey muslimskum londum í Miðeystri og Norðurafrika
 
06.02.2017 - 10:52

Í gjár sýtti ein ríkisrættur fyri at taka eina kæru frá stjórnini hjá Trump í Washington til viðgerðar, sum skuldi seta úr gildi eina forðing fyri banninum. Ein forðing, sum ein dómari í Seattle kom við fríggjadagin.

Dómarin noktaði at eftirlíka boðunum um, at fólk úr ávísum londum ikki skulu sleppa til USA, bara tí tey eru úr ávísum londum, og annars ikki eru nøkur hóttan fyri amerikanska trygd.

Advokatar vilja vera við, at ætlaða forboðið hjá Donald Trump at gera mismun á fólki og er tí í stríð við amerikonsku grundlógina.

Tveir statir mótmæla

"Bannið ger seg inn á rættin at trúgva, og rakar bara muslimar," søgdu advokatarnir hjá tveimum statum, sum kærdu upprunaliga bannið hjá Trump. 

Tað eru statirnir Washington og Minnesota sum ikki vilja eftirlíka boðunum frá forsetanum um, hvør skal hava loyvi at koma inn í landið. Tí kærdu teir avgerðina til eina dómara í Seattle í statinum Washington. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at eini tílík boð ella ein kunngerð frá amerikanska forsetanum sleppur at standa sína roynd í rættarskipanini, sigur Thomas Thorup, advokatur við drúgvum royndum í amerikanskari løgfrøði, við DR. 

Onnur fordømi eru

Thomas Thorup, advokatur, nevnir tvey líknandi dømi frá tíðini, meðan Barack Obama var forseti. 

Í 2014 royndi Obama at bjóða fýra milliónum ólógligum tilflytarum at sleppa undan burturvísing, um tey vildu lata seg skráseta. Texas og 25 aðrir statir vóru ímóti, og boðini vórðu tí blokerað í einum ríkisrætti í Texas. 

Tað sama hendi, tá Obama vildi herða lógina um skotvápn við serligum atliti at vápnasølu. Hetta málið er tó ikki endaliga avgreitt enn. 

Trump leggur eftir dómara

Í 2002 kom táverandi forsetin George W. Bush við eini kunngerð, sum loyvdi NSA at avlurta amerikanskar statsborgarar uttan dómaraúrskurð. Hendan kunngerð bleiv dømd at vera ólóglig í fleiri umførum. 

Eftir at dómari í Seattle fríggjadagin forðaði fyri innferðarforboðnum hjá amerikanska forsetanum, legði Trump sjálvur eftir dómaranum og kallaði hann láturligan og lovaði, at avgerð hansara at blokera innferðarforboðið verður sett úr gildi beinanvegin.  

Men tað lyftið megnaði Trump ikki at halda, tí ein amerikanskur ríkisrættur hevur staðfest avgerðina hjá dómaranum í Seattle.

SÍ EISINI Bannaðu muslimum til USA

Sostatt sleppa ríkisborgarar úr Iran, Irak, Sýria, Jemen, Sudan, Libia og Somalia framvegis at ferðast til USA, fyribils í øllum førum. 

Donald Trump hevur eftir blokeringina givið boð um, at fólk, sum koma inn í USA skulu kannast væl og virðiliga. Og hann sigur á Twitter, at rætturin ger hetta arbeiðið sera trupult. 

- Um nakað hendir, hevur rættarskipanin skyldina, skrivaði forsetin á Twitter í gjár, sambært BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010