Sáttmáli skal bøta um læknatrotið

Sáttmáli skal bøta um læknatrotið
Tað skal verða lættari at fáa serlæknar at støðast í Føroyum, sigur Fíggjarmálaráðið, nú sáttmáli er gjørdur við serlæknar
Tað verður lættari at fáa serlæknar at koma til Føroya at arbeiða og fáa teir at støðast her, sigur Fíggjarmálaráðið, nú sáttmáli er gjørdur við Serlæknafelagið. Nýggi sáttmálin kom í gildi frá 1. februar
 
06.02.2017 - 16:12

Tað verður lættari at fáa serlæknar at koma til Føroya at arbeiða og fáa teir at støðast her, sigur Fíggjarmálaráðið, nú sáttmáli er gjørdur við Serlæknafelagið.

Nýggi sáttmálin við Serlæknafelagið er eitt veruligt frambrot. Hetta er fyrstu ferð, at Fíggjarmálaráðið og felagið hjá serlæknunum gera ein sáttmála.

Landsstýriskvinnan góðar vónir

Sáttmálin tryggjar, at Føroyar gerast kappingarførar, tá ræður um at fáa fleiri læknar í Føroyum. 

- Vit hava í nógv ár havt eina ósmidliga og ótíðarhóskandi skipan, sum ikki í nóg stóran mun hevur kveikt hugin hjá serlæknum at flyta til Føroya.

- Eg vænti, at nýggi sáttmálin fer at gera tað lættari at fáa fleiri serlæknar til Føroya, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Ikki longur tænastumenn

Fleiri grundleggjandi broytingar eru gjørdar í sáttmálaviðurskiftunum millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelagið.

Eitt nú verða serlæknar ikki longur settir sum tænastumenn. Eisini landsstýriskvinnan í heilsumálum fegnast um sáttmálan.

- Eg bæði vóni og vænti, at nýggi sáttmálin við Serlæknafelagið er eitt týðandi fet rætta vegin, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010