Bretar eitt stig nærri Brexit

Bretar eitt stig nærri Brexit
Ein stórur meiriluti, 494, ímóti 122 tinglimum, hevur givið bretsku stjórnini loyvi at fara undir tilgongdina at taka landið úr Evropasamveldinum
Bretar eru komnir eitt stig nærri, Brexit, eftir at undirhúsið hevur givið stjórnini grønt ljós at taka Bretland úr ES
 
09.02.2017 - 16:50

Bretar eru komnir eitt stig nærri, Brexit, eftir at undirhúsið hevur givið stjórnini grønt ljós at taka Bretland úr ES.

Labour og SNP royndu at forða uppskotinum í at verða samtykt, men konservativi flokkurin syrgdi fyri, at uppskotið frá stjórnini varð samtykt óbroytt.

Nú skal Yvirhúsið taka støðu til uppskotið, áðrenn stjórnin kann geva boð um at seta grein 50 í Lissabon-sáttmálanum í verk, og tá byrjar tilgongdin at taka Bretland úr ES. Og tað verður gjørt áðrenn mars mánaður er liðin, hevur Teresa May, forsætisráðharri, boðað frá.

Ongar nýggjar samráðingar verða

Samstundis fer Bretland undir samráðingar við ES um framtíðina, og tá tær samráðingarnar eru lidnar, væntandi um eitt ár, skal politiska skipanin góðkenna ella vraka samráðingarúrslitið.

Teresa May hevur gjørt greitt, at fær hon ikki undirtøku fyri at fara undir samráðingar við hini ES londini, fer Bretland úr ES, uttan at nøkur avtala er gjørd, og talan verður ikki um nakrar nýggjar samráðingar.

Bretska stjórnin ætlaði ikki at leggja nakað uppskot fyri parlamentið um samráðingarnar við ES, men hægstirættur kom til ta niðurstøðu, at tað mátti stjórnin gera, fyri at ætlaninar kundu gerast veruleiki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012