Fýra tikin fyri yvirgangsætlanir

Fýra tikin fyri yvirgangsætlanir
Franska løgreglan hevur handtikið fýra fólk, sum høvdu ætlanir um at fremja yvirgang móti ferðafólkamálum í París
Fýra fólk í Fraklandi eru tikin fyri yvirgangsætlanir. Myndin er frá eini løgregluvenjing í apríl í fjør
 
10.02.2017 - 13:34

Løgreglan í Fraklandi hevur handtikið fýra fólk, sum høvdu løgdu ætlanir um at fremja yvirgang móti ferðavinnumálum í París.

Innanríkisráðið váttar í eini fráboðan, at løgreglan hevur funnið spreingievni undir eini húsarannsókn, siga keldur við blaðið, Le Figaro.

SÍ EISINI 12 álop í Fraklandi seinastu fýra árini

Tey fýra fólkini, sum nú eru varðhaldsfongslað fyri yvirgangsætlanir, vórðu handtikin í Montpellier har suðuri í Fraklandi.

Til samans tríggir menn og ein kvinna eru handtikin. Millum tey handtiknu eru ein 16 ára gomul genta og ein 20 ára gamal drongur.

Komu fram á rannsóknarstovu

Løgreglan fann undir húsarannsóknini tilfar, sum hildið verður at handtiknu fólkini ætlaðu at brúka til at framleiða sjálvmorðsbumbubelti við.

Harumframt kom løgreglan eisini fram á eina rannsóknarstovu, sum hildið verður skuldi brúkast til at framleiða spreingievni í.

Frakland hevur verið meint rakt av atsóknum síðstu tvey árini. Meira enn 230 fólk hava latið lív í atsóknum í Fraklandi síðani ársbyrjan 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628