Ikki stríðsval í FSF

10.02.2017 - 08:07
AktueltSamfelag
Ikki stríðsval í FSF
Tað verður einki stríðsval í Fóitbóltssambandinum hóast alt. Tað er bara Christian Andreasen í uppskoti
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Tað verður einki stríðsval í Fótbóltssambandinum, tí í gjárkvøldið boðaði MB Fótbóltssambandinum frá, at felagið hevði tikið aftur sítt uppskot um at velja Høgna í Stórustovu til forseta í FSF.

Tað váttar aðalskrivarin í FSF, Virgar Hvidbro fyri in.fo. Tað var klokkan gott níggju í gjárkvøldið, at FSF fekk boðini frá MB um, at felagið tók uppskotið um Høgna í Stórustovu aftur.

Uppstillaður í evstu løtu

Tað var eisini í seinastu løtu at felagið í fyrrakvøldið mælti til at velja Høgna í Stórustovu til forseta í FSF, tað hendi fáar minuttir fyri miðnátt, tá freistin var úti.

Einki annað uppskot er til forseta í FSF, uttan Christian Andreasen, sum fleiri feløg hava skotið upp, skal halda fram, og tí er ikki forsetaval á skránni á aðalfundinum sum verður næsta leygardag.

Christian Andreasen hevur verið forseti í FSF síðani í 2010, tá hann vann á Høgna í Stórustovu.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum