Vina- og kenningapolitikkur fekk avleiðingar

Vina- og kenningapolitikkur fekk avleiðingar
Umstríddi deildarleiðarin í ríkispolitinum, Bettina Jensen, er farin úr starvi, tí hon er tikin í at geva vinum og kenningum uppgávur fyri milliónir
 
11.02.2017 - 09:48

Danska blaðið BT hevur seinastu mánaðirnar avdúkað, hvussu Bettina Jensen gav fyrrverandi starvsfeløgum uppgávur sum uttanhýsis ráðgevar og løn á meir enn 20 milliónir krónur millum 2011 og 2013. Kvinnurnar hava allar eina fortíð í Danmarks Radio, har tær arbeiddu saman.

Avdúkingarnar í BT fingu fleiri politikarar at ressast, og krav var sett Søren Pind, løgmálaráðharra, um at kanna málið nærri.

5 mió. kr. í eitt hálvt ár

Frágreiðingin hjá løgmálaráðnum gjørdi greitt, at samsýningar vóru útgoldnar uttan sáttmálar, og at fíggjarætlanir manglaðu fyri fleiri verkætlanir.

Hetta hevði havt við sær, at samsýningarnar gjørdust óvanliga høgar.

Eini ráðgevin fekk eina løn uppá slakar 5 milliónir krónur í bara eitt hálvt ár uttan at sáttmáli var gjørdur frammanundan. Hin ráðgevin fekk 2,6 milliónir krónur í 2012, fyri arbeiði, sum hon enn ikki hevur gjørt liðugt.

Og nú hevur Ríkispolitiið boðað BT frá, at ein sínámillum avtala er gjørd við Bettinu Jensen, deildarleiðara, sum hevur við sær, at hon er farin úr starvinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964