Húsalánsgrunnurin skal á fíggjarlógina

bannari
Húsalánsgrunnurin skal á fíggjarlógina
Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrið hevur havt nóg drúgva tíð at fáa virksemið hjá grunninum á fíggjarlóginina, sum tingið samtykti í 2010
Ruth Vang er forkvinna í fíggjarnevndini, sum hevur skrivað álit til uppskotið um at góðkenna roknskap hjá Húsalánsgrunninum
 
12.02.2017 - 18:00

Fíggjarnevndin krevur nú, at Húsalánsgrunnurin kemur á fíggjarlógina eins og allir aðrir stovnar hjá landinum, og hon vil eisini hava løgmann upp í málið.

Nevndin er samd um at mæla tinginum til at góðkenna roknskapin hjá Húsalánsgrunninum fyri 2015, men vísir á, at hóast løgtingið samtykti í 2010, at grunnurin skuldi á fíggjarlógina, er tað ikki gjørt, og eingin ivi er um, at Húsalánsgrunnurin eigur at takast við í landsroknskapin.

Skiftandi landsstýrisfólk eru á hvørjum ári komin við frágreiðing um, hví grunnurin ikki er á fíggjarlógini og í landsroknskapinum.

Tann seinasta frágreiðingin er, at grunnurin hevur latið roknskapin ov seint inn, og at landsstýrisfólkið hevur sett ein embætisfólk at viðgera málið. Tá bólkurin er liðugur við arbeiðið, verður støða tikin til spurningin.

Óheimilað virksemi

Fíggjarnevndin sigur, at nú hevur hetta óheimilaða virksemið hjá Húsalánsgrunninum vart í sjey ár, og nevndin heldur, at landsstýrið hevur havt nóg drúgva tíð at fáa viðurskiftini í rættlag.

Fíggjarnevndin vísir eisini á, at løgtingið samtykti í desember at áleggja landsstýrinum eina tíðarfreist fyri, nær viðurskiftini, sum eru viðgjørd í grannskoðarafrágreiðingum, verða fingin í rættlag.

Løgmaður hevur greitt fíggjarnevndini frá, at væntandi verður hesin listin liðugur um tvær ella tríggjar vikur. 

Nevndin heldur, at løgmaður eigur eisini at taka virksemið hjá Húsalánsgrunninum við á henda listan, og vísir á reglurnar í stýrisskipanarlógini, um at løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819