Læt ikki roknskapin inn rættstundis

Læt ikki roknskapin inn rættstundis
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið frá løgtingsgrannskoðarunum um at góðkenna roknskapin hjá Búnaðagrunninum fyri 2015
Mynd: Mynd: Heimasíða hjá Búnaðargrunninum  
 
12.02.2017 - 17:41

Fíggjarnevndin heldur, at tað má vera uppgávan hjá landsstýrismanninum í búnaðarmálum at tryggja, at Búnaðargrunnurin heldur landsins lógir.

Nevndin hevur viðgjørt uppskotið frá løgtingsgrannskoðarunum um at góðkenna roknskapin hjá Búnaðargrunninum fyri 2015.

Løgtingsgrannskoðararnir átala fleiri viðurskifti hjá grunninum, m.a. at rokanskapurin varð ikki latin inn rættstundis, so hann kundi verða tikin við í landsroknskapin fyri 2015. 

Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at tryggja, at lógin verður hildin.

Játta til sín sjálvs

Nevndin er samd við løgtingsgrannskoðararnar, sum vísa á, at tað er skeivt, at umsitarar av almennum pengum kunnu játta til sjálvs. Tí eigur hægri myndugleiki altíð at góðkenna samsýningarnar.

Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrið sum skjótast má gera greitt, at hetta eru treytirnar fyri at umsita almennan pening. 

Fíggjarnevndin hevur somu sjónarmið í álitinum til uppskotið um at góðkenna landsroknskapin fyri 2015.

Løgtingsgrannskoðararnir hava víst á, at alt er ikki í lagi í sambandi við íløgujáttanir, og fíggjarnevndin hevur tíðum gjørt skiftandi landsstýrisfólk varug við, at reglurnar um íløgujáttanir og verklagslógir verða ikki hildnar.

Landsstýrisfólk hava givið fíggjarnevndini tilsøgn um at fáa bøtt hesi viðurskftini, men enn er einki hent.

Fíggjarnevndin heldur, at løgmaður átti at tikið hesi viðurskifti við í sína tíðarætlan um mál, sum hava skund. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858