Átala stuttar hoyringarfreistir

Átala stuttar hoyringarfreistir
Kommunufelagið hartar landsstýrið fyri ikki at halda ásettar hoyringarfreistir, sum eru ein týðandi táttur í fólkaræðinum
 
13.02.2017 - 09:52

- Endamálið er bara at billa fólk inn, at hetta er fólkaræði. 

Kommunufelagið er bersøgið, nú felagið enn eina ferð ilskast inn á alt ov stuttu hoyringarfreistirnar hjá landsstýrinum.

Hoyring er týðandi táttur í okkara fólkaræði. Men at senda uppskot til hoyringar, uttan at geva hoyringarpørtunum veruligar møguleikar at svara, er høpisleyst. 

Hoyringarfreistir bara eitt eiti

Tá er hoyringin innantóm, bara eitt eiti, ið skal síggja út sum fólkaræði, sigur Kommunufelagið í svari til Heilsu- og innlendismálaráðið.

Og tað er ikki av ongum, at Kommunufelagið sigur so. Felagið fekk eitt lógaruppskot til hoyringar klokkan 23:40 fríggjakvøld. Freistin at svara var næsta hósdag.

Við øðrum orðum hevði felagið tríggjar yrkadagar at avgreiða hoyringina. Hoyringarskrivið skal fáast út til kommunurnar, viðkomandi fakfólk í kommununum skulu lesa og viðmerkja uppskotið, sum tey so skulu senda felagnum aftur. 

Skal góðkennast politiskt

Síðani skal Kommunufelagið seta saman neyðuga hoyringarskrivið, sum eisini skal góðkennast politiskt í felagnum.

Hetta ber snøgt sagt ikki til, sigur Kommunufelagið. Felagið mælir aftur til, at hoyringarfreistirnar í minsta lagi eru seks vikur.

Fyri tveimum vikum síðani fýltust Føroya Arbeiðsgevarafelag, Ráðgevarafelagið og Føroya handverksmeistarafelag eisini á, at lógaruppskot, sum tey fáa til hoyringar, høvdu ov alt stutta freist.

Freistin ikki skerjast

Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni sigur, at hoyringarfreistin eigur at vera fýra vikur.

Lógartænastan sigur, at hendan freistin, fýra vikur, eigur ikki at verða skerd, uttan so tað er átrokandi neyðugt.

Lógartænastan heitir staðiliga á landsstýrið um at leggja fyrireikingararbeiðið við lógaruppskotum soleiðis til rættis, at tey, sum skulu hoyrast, fáa fýra vikur til tess.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964