Føroyingar eiga meira á bók

Føroyingar eiga meira á bók
Seinastu árini hava viðskiftafólk sum heild havt meiri pening í føroysku peningastovnunum, enn tey hava skyldað
Innlánsavlopið í føroyskupeningastovnunum er vaksið tvær milliardir og 435 milliónir krónur
 
14.02.2017 - 16:28

Innlánsavlopið í føroyskupeningastovnunum er vaksið tvær milliardir og 435 milliónir krónur. Tað vísa tøl hjá Hagstovu Føroya.

Innlánsavlop er munurin millum innlán og útlán. Innlánini eru størri enn útlánini í øllum geirum uttan hjá vinnufeløgum.

Nettostøðan hjá húsarhaldum frá september 2013 til árslok í fjør er hækkað úr 876 milliónum krónum upp í eina milliard og 425 milliónir krónur.

Vøksturin 549 mió. kr.

Hinvegin eru útlánini hjá vinnufeløgum størri enn innlánini, men útlánini hjá vinnuni eru kortini minkað seinastu árini. Munurin í løtuni er 1275 milliónir krónur.

Sambært Hagstovuni er vinnufíggingin minkað, men peningastovnarnir hava lænt meiri til húsarhaldini.

Frá 2013 til í fjør eru vinnuútláninbi minkað 434 milliónir krónur, ella góð átta prosent, men lánini til húsarhald eru vaksin eina milliard og 33 milliónir krónur, ella 14,3 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858