Kommunan: Best um grótið fer á Sund

Kommunan: Best um grótið fer á Sund
Tað er besta loysnin at flyta grótið úr Eysturoyartunlinum og leggja tað á økið á Sundi, sum ætlanin hevur verið
 
15.02.2017 - 12:06

Tað sigur Tórshavnar kommuna í svari til Yvirfriðingarnevndina, sum spurdi kommununa, hvat hon heldur um tað at friða nakrar hundrað metrar á Sundi. Og til eitt nýtt uppskot frá tunnilsfelagnum, hvussu spurningurin um grótið kann loysast.

Yvirfriðingarnevndin bað Tórshavnar kommunu um at gera viðmerkingar til mótmælið frá borgarum í Kaldbak, og til eitt nýtt uppskot frá Pf. Eysturoyar- og Sandoyartunnilin, um, hvat skal gerast við grótið úr Eusturoyartunlinum.

Ikki eitt serstakt náttúruøki

Kommunan svarar, at tá tað ræður um kæruna frá borgarum í Kaldbak, so metir kommunan ikki, at talan er um eitt serstakt náttúruøki.

Av tí at tað liggur upp at øki við vinnuvirkjum í umhvørvisbólki 4-6, hevur økið longu mist tað náttúruvirði tað einaferð hevði. Umhvørvisflokkarnir 4-6 fevna um bæði størri og smærri virkir av ymsum slag.

Ætlaða broytingin liggur í einum øki, sum bleiv broytt frá einum B9, sum er eitt øki ið beinleiðis hevur við útflutning at gera, og B1-øki, sum hevur beinleiðis við rakstur av havnum at gera, í 2006 og hevur tað ligið sum B9 øki í almennu byggisamtyktini longri enn hetta.

Stórur eftirspurningur eftir vinnuøkjum

Grundgevingin fyri at Tórshavnar komuna á fyrsta sinni metti tað vera ráðiligt at fara undir hesa broyting av byggisamtyktini, eisini at umfata sjógvin, er tí at tað hevur víst seg, at tað er stórur eftirspurningur eftir vinnuøkjum í Tórshavnar kommunu -   serliga vinnuøkjum ímóti sjógvi. 

Økið á Sundi, norðanfyri økið sum broytingin fevnir um, er longu vinnuøki, og av tí at verandi øki er í brúk, metir Tórshavnar kommuna, at ráðiligt er at taka av møguleikanum at vaksa um økið.

Av tí at óvissa valdar um økið á Sundi, hevur tunnilsfelagið gjørt eitt nýtt uppskot um, hvat skal gerast við grótið úr Eysturoyartunlinum.

Best gagnnýtt á Sundi

Skotið verður upp, at grótið verður lagt omanfyri tunnilsmunnan, og at trý gil í økinum tætt við, verða fylt upp við gróti. Í norðasta gilinum skal nýggi innkomuvegurin til Havnina verða, og hann skal liggja ímillum Inni á Hjalla og Skarðshjalla.

Tórshavnar kommuna metir, at mest gagn fæst burturúr at brúka grótið til at útbyggja vinnuøkið á Sundi. Tá verður tað brúkt til at loysa trupulleikan við manglandi vinnuøki í Tórshavnar kommunu, ístaðin fyri sum ífylla í nøkur gil, sum ikki kemur nøkrum til gagns.

Er meir grót enn tað sum skal nýtast á Sundi, so kann grótið kanska fyllast í gilini og nýtast til innkomuvegin, men tað er við fyrivarni, og má gerast í samráð við Landsverk, sum skal gera innkomuvegin.

Á stødd við 100 fótbóltsvallir

Kommunan heldur ikki loysnina við hinum báðum gilunum vera serliga hepna. Men verður loyvið givið til tað, so má ein neyvari viðgerð til, sigur Tórshavnar kommuna í svari til Yvirfriðingarnevndina.

Og kommunan biður at enda Yvirfriðingarnevndina halda seg til upprunaligu ætlanina um at fylla økið á Sundi út.

Tað koma væntandi 600.000 kubikk av gróti úr tunlinum, tað svarar til at í einum metra hædd, verður víddin sum 100 fótbóltsvallir til støddar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887